Taka undir við Hvalbiartunnli

Taka undir við Hvalbiartunnli
Fíggjarnevnin tekur undir við uppskotinum um at gera nýggjan Hvalbiartunnil.
 
18.04.2018 - 06:46

Fíggjarnevndin mælir til, at 272 milliónir krónir verða játtaðar til nýggjan Hvalbiartunnil árini 2016 til 2022.

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit í málinum um at gera nýggjan Hvalbiartunnil, sum Henrik Old, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið.

Meirlutin í fíggjarnevndini, tað eru umboðini hjá samgonguni, sigur, at nýggi tunnilin er ein tiltrongd dagføring av farleiðini millum Hvalba og Trongisvág, farleiðin verður styttri, tryggari og í mun til verandi leið minni ávirkað av veðri. Eisini er verkætlanin framtíðartryggjað, soleiðis at hædd er tikin fyri eini framtíðar Suðuroyarleið.

Minnilutin, tað eru umboðini hjá andstøðuni, halda, at Fámjinstunnilin eigur at verða boðin út samstundis. Hetta fer at gera, at Fámjinstunnilin fer at verða bæði bíligari og skjótari bygdur, enn ætlanir landsstýrisins eru við einum boritoymi.

Eitt annað uppskot liggur eisini í tinginum, sum hevur við Hvabliartunnilin at gera.

Tað er eitt uppskot til samtyktar, sum tveir samgongutinglimir, Heðin Mortensen og Kristin Michelsen, hava lagt fram saman við andstøðutingmonnunum Jenis av Rana, Kaj Leo Holm Johannesen, Jacob Vestergaard. Sambært tí uppskotinum, so skal tunnilin til Fámjins gera, bjóðast út samstundis, sum arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin  verður boðið út. Men tað uppskotið liggur framvegis í rættarnevndini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887