Merkist á apotekinum

Merkist á apotekinum
Seinnapartin mikudagin komu óvanliga nógvar repseptir inn á apotekið, eftir at kommunufelagið varskógvaði sjúklingar um møguligt verkfall
 
19.04.2018 - 12:01

Tað merkist á apotekinum í Havn, at formaðurin í Kommunulæknafelagnum mikumorgunin heitti á borgarar um at fyrireika seg til eitt møguligt verkfall 1. maj og at "fylla depotini". Seinnapartin mikudagin komu nevniliga óvnaliga nógvar repseptir inn á apotekinum.

Sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og kommunulæknanunum gongur út 1. maj og í løtuni samráðast partarnir um nýggjan sáttmála.

- Vit eru í samráðingum, og vit eru ikki komnir á mál, og vit halda, at tað er rætt, at vit siga við sjúklingarnar, at teir eiga at fylla depotini hjá sær upp, so man ikki hevur trupulleikar tann 1. mai. Men vit eru so í samráðingum, og vit royna so at gera alt tað, sum vit kunnu fyri, at vit fáa ein sáttmála í hús. Tað er tað, sum vit ynskja at brúka tíðina frá nú og til 1. mai til, segði Marjus Dam við útvarpið mikudagin.

Óvanliga nógvar reseptir

Og sigast má, at fólk hava ikki ligið á boðunum frá formanninum í kommunulæknafelagnum um at fylla depotini. Hetta hava tey merkt á Tjaldurs apoteki í Havn, sigur Ragnar Stakksund, leiðari á fjardeildini á Tjaldurs Apotekið.

- Her eru komnar nógv fleiri reseptir oman, enn tað vanliga ger. Telefondaman hjá okkum hevði úr at gera í gjár, har komu væl fleiri fyrispurningar um reseptina, sigur Ragnar Stakksund og leggur afturat, at um reseptir eru endurnýggjaðar, er ikki neyðugt at koma á apotekið at heinta heilivágin beinan vegin, tí reseptir eru galdandi í tvey ár. 

Apotekið hevur opið sum vanligt, og Ragnar Stakksund væntar ikki, at medisingoymslan kemur í uppisetu, um kommunulæknarnar fara í verkfall. 

Sáttmálin má dagførast

Kommunulæknafelagið boðaði í februar frá, at felagið hevði sagt sáttmálan við Heilustrygd og Heilsumálaráðið upp. Tá segði Marjus Dam, at sáttmálin er minst 12 ára gamal og eigur at vera dagførdur, skal viðgerin ikki vera afturúrsigld. 

Í Danmark kom nýggjur sáttmáli í gildi fyri kommunulæknar í Danmark, og kommunulæknafelagið vil, at arbeiðstreytirnar í  Føroyum verða eins góðar og í grannalondunum.

Samráðingar hava verið, síðani sáttmálin var sagdur upp, og eisini í gjár var fundur millum partarnar. Og samráðingarnar halda áfram, sigur stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Hvørgin av partunum vil tó siga nærri, hvat ósemjurnar snúgva seg um. 

Høvuðsinntøkurnar hjá kommunulæknunum koma frá ymsum rokningum og veitingum, sum læknarnir veita. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691