Nýggj rakett skal kanna lív í rúmdini

Nýggj rakett skal kanna lív í rúmdini
NASA hevur sent eina rakett út í rúmdina, sum næstu tvey árini skal kanna nýggjar planetir, og um møgiligt lív kann vera á planetunum
TESS-rakettin hjá NASA, áðrenn hon varð send út í rúmdina
Mynd: SpaceX/Twitter  
 
19.04.2018 - 14:53

Í nátt sendi amerikanski rúmdarstovnunin, NASA, eina rakett út í rúmdina, sum næstu tvey árini skal kanna nýggjar planetir, og møguleiga eisini, um lív kann vera á planetunum.

NASA sigur seg rokna við, at rakettin fer at finna minst 20.000 sonevndar eksoplanetir, sum eru í ringrás um aðrar stjørnur enn sólina. Roknað verður við, at 50 av teimum verða á stødd við jørðina. Eisini verður væntað at finna 300 aðrar planetir, sum eru tvær ferðir so stórar sum jørðin.

Nógvar ymsar kanningar skulu gerast hesi tvey árini, og granskarar vænta at fáa nógv burturúr.

Talan er um eina kostnaðarmikla ætlan, sum fer at kosta meir enn 2,6 milliardir krónur.

Niðanfyri eru myndir frá Twitter-vanganum hjá SpaceX, sum var á staðnum, tá rakettin varð send upp í rúmdina.

 

 

Tú kanst fylgja við gongdini hjá TESS-rakettini, ið hevur sín egna Twitter-vanga á @NASA_TESS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887