Kanningarstjórin klár at handa málið til løgmann

Kanningarstjórin klár at handa málið til løgmann
Málið hjá kanningarstjóranum av Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og Akseli V. Johannesen, løgmanni, er klárt at handað løgtinginum.
 
20.04.2018 - 10:12

Tað skrivar Norðlýsið

Kristina Samuelsen, sum varð sett sum kanningarnstjóri, sigur við Norðlýsið, at hon fekk hoyringarsvar frá Løgmanni og Landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum fyrradagin, og at hon boðaði formannskapinum frá, at frágreiðingin var klár til at handa løgtinginum í gjár. 

- Eg kann ikki sigað nakað um kanningina sjálva, fyrr enn úrslitið er alment, men eg havi lagt stóra orku í at gera kanningina lidna, áðrenn tingið fór í summarfrí, sigur Kristina Samuelsen við Norðlýsið. 

Kanningarstjórin skuldi kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, tá veiðiloyvið varð flutt av einum línuskipi til uppsjóvarskip.

Eisini skuldi kanningarstjórin kanna um Aksel V. Johannesen, løgmaður, røkti eftirlitsskyldu sína við landsstýrismanninum á fullgóðan hátt í tí sambandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802