- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skula sleppa landa uttanlands
Tað heldur samgongan í Vinnunevndini, sum viðgjørdi nógvu broytingarnar í lógini um sjófeingi ella í fiskivinnunýskipanini, sum kom í gildi á nýggjárinum.
Samgongan vil geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum størri heimild at geva undantak frá kravinum um, at allur fiskur skal í land í Føroyum.
Landsstýrismaðurin hevur í galdandi lóg longu heimild í serstøkum førum at gera undantak.
Men samgongan, sum er í minniluta í Vinnunevndini, heldur tað vera neyðugt at orða heimildina soleiðis, at hon hevur neyðugan smidleika, tó uttan at fara burtur frá endamálinum við ásetingini í lógargreinini.
Minnilutin nevnir húkaflotan, sum roynir undir Íslandi. Tað er ikki skilagott altíð at fara til Føroya við fiskinum.
Annað dømi er svartkjafturin, tá móttøkuorkan er avmarkað í Føroyum í háarstíð,
Løgtingið tók undir við hesum, og løgtingið hevur samtykt lógaruppskotið alt sum tað er eftir triðju viðgerð í morgun.