Meslingar í Evropa

Meslingar í Evropa
Danski Serumstovnurin heitir á fólk um at syrgja fyri at vaksinera seg ímóti meslingum, um farið verður at ferðast í nøkrum Suðurevropeiskum londum
 
24.04.2018 - 08:58

Meslingar ganga í Grikkalandi, Italia og pørtum av Fraklandi, og tí kann vandi vera á ferð, sigur Serumstovnurin.

Í fjør vórðu yvir 21.000 fólk í Europa smittað við meslingum, og tað vóru fýra ferðir fleiri enn árið fyri.

Í Rumenia ganga meslingar eisini, og har eru yvir 1.700 tilburðir staðfestir í ár.

Serliga óheppin tykist støðan vera í Fraklandi, tí har eru tilburðirnir trífaldaðir síðani í mars, og í Italia eru tilburðirnir tvífaldaðir í sama tíðarskeiði.

Í fjør var Danmark sagt at vera frítt fyri meslingar, men kortini vóru nakrir tilburðir, og allir komu við fólki úr øðrum londum.

Størsta orsøkin til, at meslingarnir taka seg upp aftur, er, at flestu londini ikki hava eina nóg góða vaksinatiónsskipan, og tí er ringt at fáa tamarhald á sjúkuni.

Síðani 1. apríl hava allir danir, sum ikki eru vaksineraðir ímóti meslingum, havt møguleikan at latið seg vaksinerað fyri at steðga meslingunum.

Í Danmark verða børn vaksinerað ímóti meslingum, tá tey eru 15 mánaðir gomul, men tað kann gerast fyrr, um farið verður til eitt øki, har meslingar ganga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819