Hampilig valluttøka í Grønlandi

Hampilig valluttøka í Grønlandi
Atkvøðuprosentið var tó eitt lítið vet lægri enn á seinasta vali í 2014
 
25.04.2018 - 10:22

Tilsamans 71,9 prosent av teimum, sum kundu fara á val í Grønlandi í gjár, brúktu sín atkvøðurætt.

Tað er ein afturgond á bara eitt prosentstig samanborið við seinasta val í 2014, skrivar grønlendska kringvarpið, knr.gl.

Tað var annars tosað um vánaliga valluttøku ymsa staðni í landinum í gjár.

Á størsta valstaðnum í landinum, Nuuk, fór ein triðingurin ikki á val, og atkvøðuprosentið endaði á 66,8 prosentum. Í 2014 var hetta talið 70,3 prosent.

Hóast fólk í Nuuk ikki vóru so ófør at fara á val, var støðan betri aðrastaðni í landinum. Eitt nú í Aasiaat var valluttøkan 74 prosent, og tað er hægri enn í 2014, tá 72,4 prosent fóru á val.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010