Møgulig bumbuhóttan á DTU

Møgulig bumbuhóttan á DTU
Skúlaøkið hjá DTU í Ballerup er avbyrgt, tí ein møgulig bumbuhóttan hevur verið fyrr í morgun
 
25.04.2018 - 10:11

Økið rundan um tekniska universitetið í Ballerup í Danmark bleiv fyrr í morgun sperrað av løgregluni.

Orsøkin er, at danska løgreglan tíðliga í morgun fekk fráboðan um eina møguliga bumbuhóttan, og tí verður alt økið kannað.

Stutt eftir fráboðanina var løgreglan á skúlanum, sum bleiv tømdur fyri fólkum og stongdur.

Undirvísingin var tó ikki byrjað tá, og tí bleiv ikki talan um at evakuera næmingar og starvsfólk. Tað sigur Claus Buhr, sum er samskiftisfólk á skúlanum.  

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628