Siumut er størsti flokkur

Siumut er størsti flokkur
Hóast flokkurin fekk eina afturgongd á valinum í gjár, er Siumut framvegis størsti flokkur í Grønlandi.
 
25.04.2018 - 08:44

Val til Landstingið var í Grønlandi í gjár, og úrslitið vísir, at Siumut er størsti flokkurin.

Siumut fekk 27,2 prosent av øllum atkvøðunum á valinum í gjár. Hóast flokkurin fekk flestar atkvøður, er talan tó um eina stóra afturgongd fyri flokkin - 7,1 prosent.

Hetta veit heimasíðan hjá Grønlendska kringvarpinum, knr.gl, at siga.

Floksformaðurin, Kim Kielsen, var sum vera man glaður, tá hann í formansrunduni í gjárkvøldið takaði veljarunum:

- Fyrst og fremst vil eg sjálvandi ynskja øllum veljarum til lukku fyri at hava tikið lut í valinum. Tað skulu vit vera errin av, segði hann á grønlendsku sjónvarpsrásini í gjárkvøldið.

Harafturat vísti hann á, at samráðingarnar byrja sum skjótast:

- Eg vil bjóða øllum flokkum, sum eg eri opin fyri, at kom til samráðingar. Eg havi lovað, at í morgin seti eg meg í samband við nakrar flokkar, segði Kim Kielsen í gjárkvøldið, tá valúrslitið var greitt.

Eisini segði hann, at tað er týdningarmikið fyri seg og Siumut, at eitt støðugt politiskt stýri skal eyðkenna næstu fýra árini.

Næststørsti flokkur eftir valið í gjár er  Inuit Ataqatigiit (IA), har Sara Olsvig er forkvinna. Flokkurin fekk umleið fjórðu hvørja atkvøðu á valinum.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010