Stongja vegir seinnapartin

Stongja vegir seinnapartin
Í sambandi við flaggdagshald og rennikappingar eru fleiri vegir stongdir ávís tíðarskeið seinnapartin í dag
 
25.04.2018 - 08:29

Ymisk tiltøk og kappingar eru á skránni í dag, í sambandi við at tað er flaggdagur.

Hetta merkir eisini, at ávísir vegir eru stongdir ein part av seinnapartinum í dag.

Í Tórshavn verður gongugøtan frá Sverrisgøtu oman á Vaglið og Áarvegurin frá Vaglinum til Havnagøtu stongd. 

Eisini verður stongt í Mylnugøtu og í niðasta parti av Tinghúsvegnum.

Frá klokkan 15.30 til 17.30 verður Áarvegur stongdur, stongt verður frá Vaglinum til Havnagøtu og til rundkoyringina úti við Skansan. 

Vegurin Yviri við Strond frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin verður eisini stongdur hetta tíðarskeiðið.

Frá klokkan 14.00 til 17.00 er Tórsgøta stongd, tí har hava Føroya Ellisakfør framsýning.

Eisini í Klaksvík verða vegir stongdir. Flaggdagshald verður í Vágstúni klokkan 14, og tí er ongin gjøgnumkoyring frá klokkan 13.30, og til haldið er liðugt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819