Aqua á Summarfestival 2018

Aqua á Summarfestival 2018
Víðagitni, danski popp-bólkurin Aqua er eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Summarfestivali.
Mynd: The Independent  
 
26.04.2018 - 12:20

Elska ella hata sangin, so kemst ikki uttanum, at hvørt mansbarn í Føroym ella kanska í heiminum kennir sangin um barbie-gentuna, sum danski bólkurin Aqua sang um. Í summar trínur bólkurin á pall á Vágsbøi í Klaksvík, tá ársins Summarfestivalur verður í døgunum 9.-11. august.  

Erik Biskopstø er ein av fyriskiparunum á Summarfestivalinum, og hann frøðist um kunngerðina: 

- Eg haldi øll í Føroyum kenna rættiliga væl Aqua, og vit kunnu skjótt blíva samd um, at Aqua er nokk tað størsta popp-fyribrygdið og successin í Danmark nakrantíð, og tey hava ongantíð verið í Føroyum. So tað var upplagt at kunna fáa tey hendan vegin, og vit hava eisini góðar karmar til at hýsa einum popp-showi, sigur Erik Biskopstø. 

Ein onnur popp-sensatión, sum eisini skal spæla á ársins Summarfestivali, er svenska Zara Larsson, sum er sera aktuell kring allan heimin í løtuni. Í mun til svensku popp-stjørnina er Aqua ikki serliga aktuelt, men helst kenna tey flestu fleiri sangir hjá bólkinum, sum hittaði um allan heimin í 90'unum. 

Aqua hevur selt 33 milliónir plátur og stakløg kring heimin, og er bólkurin eisini harvið størsta danska tónleikaútflutningsvøra nakrantíð. 

Í Klaksvík vænta tey sær eina góða popp-framførslu frá danska bólkinum.

- Tey eru kend fyri at levera fest og balladu, og hittini eru stór. Eg trúgvi, tað verður rættiliga forvitnisligt, sigur Erik Biskopstø, fyriskipari. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652