Fýra feløg keyptu á svartkjaftauppboðssølu

bannari
Fýra feløg keyptu á svartkjaftauppboðssølu
Fýra feløg keyptu tey 25.000 tonsini av svartkjaftakvotu, sum vórðu seld á opnari uppboðssølu seinnapartin
 
26.04.2018 - 16:37

Opin uppboðssøla merkir sambært uppboðssølukunngerðini at øll, sum bjóða, síggja allar upphæddir, ið bodnar verða. Bjóðað verður, til ongin bjóðar yvir, og hægsta boð fær so útbodnu nøgdina.

Varðin í Gøtu keypti rættin at veiða 10.000 tons av svartkjafti. Miðalprísurin var 40 oyru/kilo.

Næraberg keypti 5000 tons og partafelagið Christian í Grótinum keypti 2000 tons. Í báðum sølum var Miðalprísurin eisini 40 oyru/kilo.

Partafelagið Jókin keypti rættin at veiða 8000 tons av svartkjafti, og her var miðalprísurin 37 oyru/kilo.

Tilsamans vórðu tey 25.000 tonsini av svartkjafti tí seld fyri 9,72 milliónir krónur.

Á hesi fyrstu uppboðssøluni er bara talan um eitt ára rættindi.

Uppboðssølukunngerðin leggur upp til, at á komandi uppboðssølum verða eisini seld trý ára og átta ára rættindi. 

Tað er Fiskamarknaður Føroya, sum stendur fyri opnu uppboðssølunum.

Næsta uppboðssølan verður mikudagin í næstu viku, tá verða 25.000 tons av svartkjafti seld afturat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887