Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen fríkendir

Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen fríkendir
Kristina Samuelsen, kanningarstjóri byrjaði tíðindafundin við stuttari niðurstøðu
 
26.04.2018 - 11:12

- Veiðiloyvi eru ikki flutt í stríð við galdandi fiskivinnulóg. Tað er niðurstøðan hjá Kristinu Samuelsen, advokati og kanningarstjóra.

Hon hevur í dag almannakunngjørt frágreiðing sína, í sambandi við, at hon síðani august í fjør hevur kannað Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann, fyri løgtingið. Høgna Hoydal fyri embætisførslu sína og løgmann fyri eftirlitið við landsstýrismanninum.

Orsøkin til kanningina er tann, at veiðiloyvi vórðu flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip.

Kristina Samuelsen byrjaði tíðindafundin við eini stuttari niðurstøðu:

- Hetta her er eitt svar, sum ikki er treytaleyst, og tað er fyrst og fremst grundað á, at eg ikki havi funnið nakra haldgóða grund til at staðfesta, at veiðiloyvi eru flutt í stríð við galdandi fiskivinnulóg, segði Kristina Samuelsen.

Í hesi løtu leggur kanningarstjórin, Kristina Samuelsen, advokatur, frágreiðing sína, í sambandi við, at hon síðani august í fjør hevur kannað Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann, fyri løgtingið. 

Høgna Hoydal fyri embætisførslu sína og løgmann fyri eftirlitið við landsstýrismanninum. Orsøkin til kanningina er tann, at veiðiloyvi vórðu flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip.

Útvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum, sum er nú. Hann verður eisini stroymaður á heimasíðu okkara. Trýst her.

Andstøðan vildi hava málið kannað

Tað vóru 15 løgtingsfólk í andstøðuni, øll uttan Kaj Leo Holm Johannesen, sum í fjør summar heittu á løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra at kanna, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við veiðiloyvi, sum eru flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip.  

Tey 15 løgtingsfólkini vildu eisini, at kanningarstjórin kannaði lutin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum. Teir 15 løgtingslimir vísa til grein 38 stykki 2 í stýrisskipanarlógini, sum sigur, at tveir fimtingar av tinginum hava rætt til at krevja, at kanningarstjóri verður settur. 

Í august varð Kristina Samuelsen, advokatur, sett sum kanningarstjóri. Hon varð biðin um at svara sjey spurningum frá løgtinginum. 

Millum annað um landskassin kann verða kravdur eftir endurgjaldi, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tók aftur veiðiloyvi, sum skip hjá P/f Nærabergi høvdu fingið.

Kristina Samuelsen hevur lisið eina rúgvu av skjølum í málinum og avhoyrt fólk, sum varða av tí.

Høgni Hoydal flutt veiðiloyv

Upprunin til málið er ein teldupostur frá Vørn til Høgna Hoydal, har sagt verður frá, at veiðiloyvi er flutt av línuskipinum Helenu til uppsjóvarskip Slættaberg. Hetta var 30. mai 2016.

Høgni Hoydal sigur seg ikki hava sæð hendan teldupostin tá. Tað var ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá línuskipi til uppsjóvarskip.

Tá Høgni Hoydal varnaðist flytingina, bað hann um, at veiðiloyvið varð tikið aftur frá Slættabergi, sum P/f Næraberg eigur. Veiðiloyvið, sum eitt annað uppsjóvarskip, Næraberg, fekk frá línuskipi, varð eisini tikið aftur.

Slættaberg og Næraberg mistu veiðiloyvini hjá Helenu og Eysturoyingi 26.juni í 2017.

Reiðariíð, P/f Næraberg, kærdi avgerðina til Løgtingsins umboðsmann, sum ikki viðgjørdi kæruna, tí løgtingið kannaði sjálvt málið. 

Arbeiðssetningurin

Í kanningini stendur, at Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður heitti á Kristinu Samuelsen at kanna hesi viðurskfitini:

1. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, viðvirkað til at útskriva veiðiloyvir, herundir flyting av veiðiloyvum, sum eru í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014 og/ella sum eru í stríð við galdandi fiskivinnulóggávu og/ella hevur landsstýrismaðurin verið vitandi um hesi viðurskifti?

2. Hevur Fiskimálaráðið undir núverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, viðvirkað til at útskriva veiðiloyvir, herundir flyting av veiðiloyvum, sum eru í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014, og/ella sum eru í stríð við galdandi fiskivinnulóggávu?

3. Gav Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, tá hann á løgtingsfundi tann 29. mai 2017 upplýsti, at hann einans var gjørdur varugur við flyting frá línuskipi til uppsjóvarskip, samstundis sum hann undirstrikaði, at tað var Vørn, sum umsitur hatta í dag, og at tað var ein kanning í gongd av, hvat ið gongur fyri seg har. Landsstýrismaðurin upplýsti, at hann vildi svara, tá hann hevði fingið at vita, hvat gekk fyri seg í Vørn.

4. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, og/ella Fiskimálaráðið hildið seg til galdandi umsitingarligar reglur í sambandi við ítøkilig boð til Vørn um at taka ávísar konkretar avgerðir, herundir at taka avgerð um afturtøku av givnum loyvum, hóast hetta málsøkið er lagt út til Vørn at umsita? 5. Hvør gav boðini um at taka aftur veiðiloyvið hjá Slættaberg, og vóru hesi boð lóglig? Í noktandi føri verður kanningarstjórin eisini biðin um at greina, hvørja endurgjaldsskyldu landskassin møguliga kann ífalla orsakað av afturtøkuni av tilsøgnini til nevnda reiðarí.

6. Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í hesum máli umsitið sítt á málsøki á lógligan og fullgóðan hátt?

7. Hevur løgmaður í hesum máli røkt sína eftirlitsskyldu á fullgóðan hátt? Í sambandi við tilnevningina havi eg umrøtt arbeiðssetningin við løgtingsformannin og løgtingsstjóran fyri at fáa greiði á ymiskum ivamálum í tilknýti til spurningarnar 1, 2 og 4.

Í kanningini stendur, at "uppgávan skal síggjast í ljósinum av skrivi til løgtingsformannin, dagfest 11. juli 2017, frá stigtakaranum til áheitanina um at fáa sett kanningarstjóra, sum í sínari heild snýr seg um avgerðir, givin loyvir, flyting og afturkalling av loyvum í sambandi við tað ítøkiliga málið um línuskipið “Helenu” og uppsjóvarskipið “Slættaberg” og ikki øll onnur skip, sum Fiskimálaráðið ella Vørn annars hava fingist við, uttan so at slík mál natúrliga koma undan kavi í eftirkanningini av hesum ítøkiliga málinum.

Avrit av nevnda skrivinum frá stigtakaranum til áheitanina um at fáa sett kanningarstjóra varð eisini viðlagt skrivinum frá løgtingsformanninum. Ítøkiliga málið, sum er nevnt í skrivinum til løgtingsformannin, dagfest 11. juli 2017, snýr seg um eina flyting av einum veiðiloyvi frá einum línuskipi yvir 110 tons til eitt uppsjóvarskip, sum eisini er tað, sum niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2014 í høvuðsheitum snýr seg um. Høvuðsdenturin í kanningararbeiðinum er tí lagdur á at kanna flytingar av veiðiloyvum frá línuskipum yvir 110 tons, umframt tað rættargrundarlagið og ta siðvenjuna, sum hevur verið á økinum í tilknýti til slíkar flytingar".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887