Nýtt semingsuppskot lagt fram fyri flogskiparunum

Nýtt semingsuppskot lagt fram fyri flogskiparunum
Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava freist til á middegi í morgin at taka støðu til eitt nýtt semingsuppskot
 
27.04.2018 - 16:26

Símun Absalonsen, semingsmaður, legði eitt semingsuppskot fyri partarnar seinnapartin í gjár. Tí hava Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag freist til á middegi í morgin at taka støðu til eitt nýtt semingsuppskot um nýggjan sáttmála fyri flogskipararnar, ið flúgva fyri Atlantic Airways.

Flogskipararnir vrakaðu fyrra semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar 16. apríl.

Semingsstovnurin valdi tó at kalla partarnar saman aftur, tí stovnurin metti at eitt høvðusmál í samráðingunum var ikki nóg væl viðgjørt. 

Í sama viðfangi heitti Semingsstovnurin á partarnar um at leingja galdandi sáttmála til 27. apríl á midnátt, og hesum eftirlíkaðu bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

Símun Absalonsen stendur fyri semingsroyndini, nú Terje Sigurðsson er burturstaddur. Afturat sær hevur hann Páll Isholm.

Símun Absalonsen hevur ongar viðmerkingar til innihaldið í semingsuppskotinum, sum hann hevur lagt fyri partarnar.

Johan Vágadal, formaður í Flogskiparafelagnum, segði við útvarpið 17. apríl, at flogskipararnir krevja ikki lønarhækking fyrst og fremst, men betri arbeiðsumstøður, so sum skipaða frítíð. 

Símun Absalonsen vil ikki spáa um, hvat hendir, um ikki báðir partar góðtaka semingsuppskotið.

Vanligt er tó, at sáttmálapartarnir ikki taka onnur stig, so leingi sum Semingsstovnurin er inni í myndini. Men um Semingsstovnurin blakar frá sær, so stendur pørtunum frítt at taka onnur stig - tað vil siga at lýsa verkfall ella verkbann.

Í sáttmálanum millum Flogskiparafelagið og Arbeiðsgevarfelagið stendur tó, partarnir hava 14 daga freist at boða frá arbeiðssteðgi.

Tí kann ein møguligur arbeiðssteðgur í fyrsta lagi raka flogførini hjá Atlantsflog leygardagin 12. mai

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819