Føroyar vunnu 3-1 á Skotlandi

Føroyar vunnu 3-1 á Skotlandi
U19 landsliði í flogbólti vunnu á Skotlandi í EM kapping í Liktenstein í dag
 
29.04.2018 - 18:43

Hóast ringa byrjan, har Føroyar vóru aftanfyri 8-0 móti Skotlandi í fyrsta setti, vann U-19 landsliðið hjá kvinnum 3-1 á skotum.

Fyrsta settið vunnu skotar 25-21, eftir at Føroyar vunnu nógv inn aftur, eftir vánaligu byrjanina.

Annað settið tókur Føroyar 25-21

Triðja settið vunnu Føroyar 27-25.

Flogsambandið skrivar, at seinasta settið var rein uppvísing frá Føroyum. Hetta settið endaði 25-14, og harvið hava Føroyar tryggja sær fyrstu stigini í kappingini.

Sambært Jákupi Villiam Sivertsen, hjálparvenjara, var føroyska liðið betri enn tað skotska, men spælararnir vóru sera nervøsir við byrjan á fyrsta settinum.

Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin klokkan 15.00 móti Luxemborg, sum verður mett at verða eitt tað sterkasta liðið í bólkinum.

Umframt Føroyar eru Liktenstein, Luksemborg, Skotland og Wales í bólkinum.

Týsdagin spæla føroysku kvinnunar tveir dystir. 

Tann fyrri byrjar klokkan 9.00 og verður ímóti Liktinstein. Klokkan 15.00 týsdagin spæla Føroyar seinasta dystin ímóti Wales.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691