Fyrsta mál síðani nýggj lóg kom, skal tí í rættin

Fyrsta mál síðani nýggj lóg kom, skal tí í rættin
Skotski trolarin Endevaour er tikin fyri at hava tveir trolposar. Loyvið varð givið í Skotlandi, hóast tað er brot á treytinum fyri fiskiskapi í ES
Skiparin á Endeavour skal í Føroya rætt í dag.
 
30.04.2018 - 11:48

Skiparin á skotska trolaranum Endeavour skal í Føroya rætt klokkan eitt í dag, tí skipið hevur roynt við tveimum trolposum á Uttara banka. 

Nú nýggj fiskivinnulóggáva er komin, er neyðugt at fáa rættin at áseta støddina á bótini.

Annars kann Vørn sambært nýggju lógini geva bót uttan fyri rættin.

Men av tí at hetta er fyrsta málið av hesum slagnum, síðani nýggja lógin kom, er neyðugt at fáa rættin at avgera, hvussu stór, bótin skal verða.

Fekk loyvi heima

Skiparin er í teirri støðu, at hann fekk loyvi longu 8. januar í ár frá myndugleikunum í Skotlandi at royna við tveimum trolposum undir Føroyum, hóast hetta er brot á treytirnar um fiskiskap hjá ES skipum í føroyskum sjógvi.

Hetta ger tó ikki, sambært ákæruvaldinum í Føroyum, at skiparin á Endeavour kennir reglurnar, sum eru galdandi.

Brimil tók skotska trolaran á Uttara banka leygardagin.

Hann er tikin fyri at royna við tveimum trolum, ella við tveimum trolposum.

Stutt fyri midnátt leygarkvøldið kom Brimil á Havnina við Endeavour.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010