Rættindini hjá starvsfólkunum skulu ikki ávirkast

Rættindini hjá starvsfólkunum skulu ikki ávirkast
Tað verður boðskapurin í hoyringarsvarinum frá Starvsmannafelagnum, sum tey gera klárt at senda til vinnumálaráðið.
 
30.04.2018 - 15:22

- Tað er jú ein skylda, tað almenna hevur, at veita tænastur, og tí eru vit grundleggjandi ímóti einskiljing. Somikið greiður er Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, ið er fakfelagið hjá teimum flestu starvsfólkunum á almenna partafelagnum Posta.

Tað sigur hann í kjalavørrinum av, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, herfyri sendi eitt lógaruppskot til hoyringar at einskilja Posta.

- Í samgonguskjalinum hava vit ein setning um at hyggja eftir teimum fyritøkunum, sum vit eiga og hyggja eftir, um tænasturnar liggja væl í almennum samanhangi, ella um tær kunnu einskiljast og kanska har gera tað betri, soleiðis at tað privata tekur sær av tí, sum tað almenna ger í dag, segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum í samband við einskiljingina av Posta. 

Hóast Posta hevur verið eitt alment partafelag síðan 2005 og hevur virkað undir lógini um partafeløg síðan tá, so hevur Starvsmannafelagið varðveitt sín leiklut sum fakfelag hjá flestu starvsfólkunum.

Súni Selfoss sigur, at tey bera ótta fyri, at um Posta verður einskilt, so missur Starvsmannafelagið sínar limir á Posta. Sambært Súna Selfoss, vildi tað havt við sær, at starvsrættarligu viðurskiftini vildu versnað.

- Tað er einki at taka seg í, at tá ein stovnur er privatur, so eru starvsrættarligu viðurskiftini verri enn hjá einum alment settum, og tað er tað, sum vit fara at verja, sigur hann.

Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum gongur út 1. januar, men Súni Selfoss sigur, at felagið framhaldandi fer at arbeiða fyri at verða sáttmálaparturin, hóast Posta skal einskiljast. 

- Vit fara í øllum førum at royna at arbeiða fyri, at sáttmálin ikki verður verri, enn hann er í dag. Vit fara at royna at syrgja fyri, at vit framhaldandi eru sáttmálaparturin aftaná einskiljingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887