18 nýggjar íbúðir á Skála

18 nýggjar íbúðir á Skála
Í summar verður farið undir at byggja 18 íbúðir Úti á Fløtum á Skála. Talan verður um lág-orkuíbúðir, sum vera 65 fermetrar til støddar
Mynd: kortal.fo  
 
01.05.2018 - 12:51

Tað eru Benny við Sandá og Dan Joensen, sum hava keypt trý grundøki, sum teir ætla at leggja saman, og síðani byggja íbúðirnar á.

Runavíkar kommuna samtykti einmælt í gjárkvøldið at taka undir við málinum. Áðrenn endaliga loyvið verður givið, skulu grannarnir hoyrast í tríggjar vikur.

Bygningurin, sum ætlanin er at byggja, verður í tveimum hæddum. Hann verður 67 metrar langur, 8,5 metrar breiður og 6 metrar høgur.

Málið er viðgjørt í teknisku nevnd, og eftir nakrar broytingar og grannahoyring mælti tekniska nevnd til at taka undir við málinum. 

Byggi- og býarskipanarnevndin tók undir við tilmælinum frá teknisku nevnd, og í gjárkvøldið samtykti so býráðið at taka undir við málinum.

Benny við Sandá sigur, at so leingi sum endaliga byggiloyvið ikki er komið, ber ikki til at siga, nær arbeiðið byrjar, og nær íbúðirnar verða lidnar. Og til ber heldur ikki at siga nakað um, hvør prísurin verður fyri tær 18 íbúðirnar.

Hann sigur seg rokna við, at øll viðurskifti eru fingin í rættlag fyrst í juni, og so skjótt sum tað er greitt, verður farið undir arbeiðið at byggja tær 18 íbúðirnar Úti á Fløtum á Skála.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584