Allir leigarar javnsettir

Allir leigarar javnsettir
Allir leigarar hava nú í minsta lagi ein mánað uppsagnarfreist, tað sama um teir leiga frá tí privata ella almenna.
 
02.05.2018 - 13:27

Við aðru viðgerð varð leigulógin einmælt broytt eftir uppskoti frá teimum í Trivnaðarnevndini.

Nú eru øll, sum leiga, javnsett sambært broyttu leigulógin, sum kemur í gildi 1. august.

Og Bústaðir hava mist rættin at koyra fólk út 14 dagar, áðrenn leigumálið endar.

Uppsagnartíðin er nú í minsta lagi ein mánaður, sama um leigað verður frá tí almenna, sum oftast Bústøðum, ella frá vinnuligum útleigara.

Í lógaruppskotinum, sum kom úr Almannamálaráðnum, var uppsagnartíðin hjá teimum, sum leiga frá tí almenna, broytt til tveir mánaðir.

Vinnan fanst at, at hon skuldi fáa verri sømdir í leigulógini. Hesum lurtaði Løgtingið so eftir. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585