EM-flogbóltur: Sára R. Vatnhamar besti libero

EM-flogbóltur: Sára R. Vatnhamar besti libero
Sára Rannváardóttir Vatnhamar varð kosin besti libero í EM-kappingini í Schaan í Liktenstein, sum Føroyar luttók í.
 
02.05.2018 - 14:18

Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti hevur seinastu dagarnar luttikið í EM-kapping, sum varð hildin í Liktinstein. Føroyar gjørdist nummar tvey í kappingini. 

Eftir at seinasti dysturin í EM-kappingini varð leiktur í gjárskvøldið, vóru bestu leikarar í kappingini heiðraðir.

Ein teirra var føroyska Sára Rannváardóttir Vatnhamar frá Fleyr, og hon varð kosin besti libero í kappingini. 

Sára hevur havt eina sera góða kapping og hevur verið viðvirkandi til, at Føroyar kláraðu at vinna seg fram 2. plássið í kappingini.

Føroyar spældi 4 dystir og vunnu 3-1 á Skotlandi og 3-0 á Liktenstein og Wales, men tapti 3-1 ímóti Luksemborg.

Endaliga støðan í kappingini gjørdist:

1                     Luksemborg

2                     Føroyar

3                     Skotland

4                     Liktenstein

5                     Wales

Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887