Stuðul til vinnuna sum vil menna ferðavinnuna

Stuðul til vinnuna sum vil menna ferðavinnuna
Nýggj kunngerð um studning úr landskassanum á veg. Er til hoyringar í løtuni
Visit Faroe Islands skal umsita nýggu kunngerðina um studning.
 
02.05.2018 - 12:52

Vinnumálaráðið fer nú at lata stuðul til ferðavinnumenning.

Uppskot um kunngerð um stuðul til ferðavinnumenning er sent til hoyringar.

Kunngerðin hevur heimild í lógini um P/F Visit Faroe Islands.

Hon skal skipa tann partin av stuðlinum, sum kann verða latin til vinnuligar verkætlanir í ferðavinnuni. 

Talan er um eina krónu-fyri-krónu stuðulsskipan. 

Tað merkir, at umsøkjarin sum meginreglu skal tryggja sær í minsta lagi helmingin av fíggingini frá øðrum pørtum. 

Endamálið við kunngerðini er at tryggja neyvari reglur og eina gjøgnumskygda skipan fyri tann partin av stuðlinum, sum Visit Faroe Islands ikki stýrir beinleiðis, sigur Vinnumálaráðið.

Sambært uppskotinum um kunngerðina, skal P/f Visit Faroe Islands hvørt ár gera eina ætlan um ferðavinnumenning, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum skal góðkenna.

Umsóknir um stuðul til ferðavinnumenning skulu hava eina verkætlanarlýsing og eina fíggjarætlan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851