Vaktarhald í Mykinesi

02.05.2018 - 08:47
AktueltVinna
Vaktarhald í Mykinesi
Hagapartarnir í Mykinesi og hiking.fo hava gjørt avtalu um summarið 2018. Hiking.fo skal hava vaktarhald í Mykinesi, so lundin í oynni fær frið
 
 

Hagapartarnir í Mykinesi og heimasíðan hiking.fo hava gjørt avtalu um summarið 2018, frá nú í mai til og við august. Hiking.fo skal hava vaktarhald í Mykinesi, so lundin í oynni fær frið.

Jósup byrjaði siglingina á Mykinesleiðini í gjár. Tá byrjaði ferðafólkastreymurin eisini. 

Í apríl í fjør samtykti grannastevna í Mykinesi, at okkurt mátti gerast fyri at verja lundan. 

Sambært reglunum er bara loyvt at fara burtur í haga, tað er út um bøgarðarnar, millum kl.11.00 og 17.00, tá vaktarhald er.

Vilja ferðafólk fara í hagan aðrar tíðir, krevst loyvi í hvørjum einstøkum føri. Møguligt loyvi fæst við at venda sær til hagastýrisformennirnar.

Vaksin gjalda 100 krónur fyri at sleppa í hagan og út í Hólmin, børn millum 7 og 14 ár rinda 50 krónur, og tey, sum eru yngri enn 7 ár, sleppa ókeypis.

Í ár er vaktarhald í oynni, men ferðafólk kunnu eisini biðja um at fáa ferðaleiðara.

Gøtur í haganum eru merktar við prestum, sum eru goldnir við inntøkum frá ferðafólki.


 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. september
Morgunlestur mánadagur 24. september 2018
85417
Sunnudag 23. september
Meg minnist: Jákup Mikal Mikkelsen (2:2)
85431
Sunnudag 23. september
Guðstænasta í Haldórsvíkar kirkju
85660
Sunnudag 23. september
Einsamallur úti á opnum havi
85609
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. september
Andaktin
85659
Týsdag 18. september
25 minuttir: Todi Jónsson
85504
Mánadag 17. september
3-2
85464
Sunnudag 16. september
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
85398
Leygardag 15. september
Andaktin
85382