Cambridge Analytica steðgar

Cambridge Analytica steðgar
Umrødda greiningarfyritøkan Cambridge Analytica steðgar sínum virksemi eftir gøluna um at fyritøkan av órøttum tók dátur frá brúkarum á Facebook
 
03.05.2018 - 16:57

Tað skrivar blaðið Sermitsiaq, sum hevur tíðindini frá Wall Street Journal.

Nógva miðlaumrøðan hevur rikið næstan øll viðskiftafólk og veitarar hjá fyritøkuni burtur. Avgerð er tí tikin um, at tað ikki er gjørligt at halda fram at reka fyritøkuna, skrivar Cambridge Analytica í eini fráboðan. 

Cambridge Analytica og Facebook hava verið fyri stórum atfinningum eftir at tað herfyri kom fram, at Cambridge Analytica hevði fingið atgongd til persónsdátur frá tilsamans 87 milliónum Facebook-brúkarum. 

Eisini er Cambridge Analytica lagt undir at hava brúkt persónsdáturnar til at fáa Donald Trump valdan til forseta í USA. Hesum hevur felagið víst aftur.

Ovasti stjórin í Facebook, Mark Zuckerberg, hevur alment ásannað, at Facebook hevur gjørt mistøk.  

Hóast Cambridge Analytica gevst, so hava oddafólkini í felagnum ikki heilt mist mótið. Tey hava nevniliga stovnað eina nýggja fyritøku undir einum øðrum navni. Nýggja fyritøkan eitur Emerdata og er heimahoyrandi í Bretlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851