Stórur tørvur á ansingarplássum í Klaksvík

Stórur tørvur á ansingarplássum í Klaksvík
Býráðið í Klaksvík skal í dag játta fleiri pengar bæði til íløgur og rakstur til barnaansingina í Klaksvík.
 
03.05.2018 - 11:21

Talan er um 654.000 krónur til íløgur og slakar 600.000 krónur til rakstur. Eins og í høvuðsstaðnum eru fleiri børn enn væntað í Klaksvík.

Í januar játtaði býráðið hálva millión til at umvæla kjallaran í spælistovuni á Brekku til barnaansing. Umvælingin kostar góða 1,1 millión krónur, og skuldi stovnurin eftir ætlan lata upp aftur 1. mai. 

Ein stova við tíggju vøggustovuplássum verður á Brekku. Hetta er staðið, har kommunan kann veita barnaansing, tá bráðfeingis tørvur er á henni. 

Í løtuni eru fleiri børn á bíðilista, og kommunan hevur javnan samband við foreldrini. Nøkur foreldur vilja tó bíða til august, tá børnini fáa varandi pláss. Tey vilja ikki, at børnini byrja eitt stað fyri síðani at verða flutt seinni. 

Tó eru nøkur børn, sum flyta í nýggju hølini á Brekku, og vera har, til varandi pláss fæst á teimum vanligu stovnunum. 

Brúk er tí fyri at hava eina stovu frá 1. mai til 15. juli til hesi børnini. 

Nakað bendir tó á, at kommunan longu í heyst noyðist lata hølini á Brekku uppaftur og tá við einari stovu afturat. Hetta tí at barnafamiljur hava boðað frá, at tær flyta til Klaksvíkar í summar, og tá verður møguliga aftur ansingartrot.

Og frammanundan eru stórir árgangir í barnagarðsaldri í stovnunum, sigur Klaksvíkar kommuna í skránni fyri býráðsfundin í dag.

Býráðið skal nú játta tað, sum er eftir av íløguni og rakstrinum í ár, fyri at kommunan kann veita ansingartrygd.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691