Vil hava føroyskt aftur á skránna

Vil hava føroyskt aftur á skránna
Rigmor Dam hevur sent útbúgvingar- og ganskingarmálaráðharranum áheitan um at fáa lærugreinina føroyskt aftur á skránna á Københavns Universitet
 
03.05.2018 - 10:54

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sendi mánadagin danska útbúgvingar- og ganskingarmálaráðharranum áheitan um at fáa lærugreinina føroyskt aftur á skránna hjá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Nýggjar leiðreglur hjá Humanistisku deildini gera, at føroyskt er ikki vallærugrein í heyst. Undirtøkan er ov lítil - hon skal vera í minsta lagi 30 lesandi.

Síðani 2014 hava í miðal fimm fólk um árið lisið føroyskt, segði Søren Pind, táverandi ráðharri, herfyri. Sambært Mentamálaráðnum í Føroyum hevur talið verið millum 6 og 19 seinastu árini. Hetta eru fólk úr nógvum londum.

Sambært Mentamálaráðnum hevur onkur teirra valt sær Danmark sum lestrarland við tí einu grundgeving, at har bar eisini til at lesa føroyskt.

- Tað harmar meg almikið, at universitetið í Keypmannahavn, sum einasta universitetið uttan fyri Føroyar hevur bjóðað føroyskt sum lærugrein, nú sparir hetta tilboðið burtur, sigur Rigmor Dam.

Grundgevingin er, at talið á tilmeldingum er niðan fyri 30. 

- Men samstundis síggja vit, at aðrar lærugreinir á Humanistiska fakultetinum í Keypmannahavn ikki verða niðurlagdar, hóast næmingatalið er minni enn 30, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Hon heitir staðiliga á ráðharran um at tryggja lærugreinina føroyskt og veita henni tær sersømdir, sum eru neyðugar, fyri at undirvísingin kann halda fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819