Evropeisk lond royna at bjarga Iran-avtaluni

Evropeisk lond royna at bjarga Iran-avtaluni
Europeisku londini, sum eru partur av kjarnorkuvápna-avtaluni royna at bjarga henni, nú USA ikki vildi vera við meira.
Í gjárkvøldið kunngjørdi amerikanski forsetin, at USA ikki vil vera partur av avtaluni longur
Mynd: BBC  
 
09.05.2018 - 11:52

Bretland, Týskland og Frakland hava boðað frá, at tey fult og heilt virða avtaluna og ásetingarnar í henni. Og londini heita sambært BBC á USA um ikki at seta fót fyri, at avtalan fær virkað.

Eisini hava Russland og Kina váttað, at tey virða avtaluna, og europeisku londini fara at arbeiða saman við teimum um, at avtalan fær frið at virka uttan USA, skrivar BBC.

Danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen heldur lítið um, at Donald Trump, forseti hevur vrakað avtaluna uttan at hava nakað annað at seta ístaðin.

- Tað er torført at síggja, hvør avtala nú skal gerast, um núverandi avtala verður vrakað, sigur danski uttanríkisráðharrin millum annað við útvarpið í dag. 

- Vit halda fast í, at hatta er ein góð avtala - tað er tann besta í løtuni, og tað er torført at síggja eitt frægari alternativ, sigur Anders Samuelsen.

Trump vrakaði avtaluna

Avtalan frá 2015 varð gjørd millum Iran, USA, Kina, Russland, Týskland, Bretland og Frakland. 

Sambært avtaluni skuldi umheimurin strika búskaparligu tiltøkini móti Iran, sum afturfyri skuldi steðga við at royna at menna kjarnorkuvápn. 

Men amerikanski forsetin sigur, at Iran hevur brúkt pengarnar til at dubba seg hernaðarliga, og at hann ikki vildi stuðla upp undir, at iranska einaræðið fekk enn størri vald. 

Donald Trump boðaði samstundis frá, at USA aftur fer at seta "strangastu búskaparligu revsitiltøk" í verk móti Iran.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887