Loysir seg at liva saman ógift

Loysir seg at liva saman ógift
Tað heldur Kári P. Højgaard um núverandi lóggávu, sum bjóðar til, at tað loysir seg at liva saman ógift, tí so fáa fólk meira í fólkapensjón
 
09.05.2018 - 08:42

Avleiðingin verður tann, at fólk ikki fara at gifta seg. 

Lóggávan bjóðar til, at í flestu førum loysir tað seg nógv betur at liva saman ógift, tí so fáa fólk meira í fólkapensjón. 

Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum hevur spurt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, hvørji stig, hon fer at taka fyri at beina burtur sosiala ójavnan, sum er millum teirra, sum eru gift, og teirra, sum liva saman ógift.

Sum lógin er orðað, hevur Almannaverkið ikki møguleika at kanna, um fólk, sum fáa almannaveitingar, veruliga eru støk, ella um tey liva saman sum hjún uttan vígslubræv.

Tað sama er galdandi fyri hjún, sum fáa fólkapensjón. 

Tey, sum eru gift, fáa ein fjórðing minni hvør í fólkapensón enn støk fáa.

- Heldur hendan gongdin fram, verður avleiðingin uttan iva tann, at fólk fara ikki at gifta seg, sigur Kári P. Højgaard.. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819