Semingsstovnurin er nú á øllum hermótum

Semingsstovnurin er nú á øllum hermótum
Kommunulæknarnir bíða við verkfallinum eftir áheitan frá Semingsstovninum
Fyribils fara kommunulæknar ikki í verkfall.
 
10.05.2018 - 14:47

Semingsstovnurin hevur úr at gera í hesum døgum, bæði á almenna arbeiðsmarknaðinum og á privata arbeiðsmarknaðinum.

Fasti gerðarrætturin avgjørdi, at Semingsstovnurin kann fara upp í ósemjuna millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið, eftir at Fíggjarmálaráðið sendi boð eftir Semingsstovninum, tá kommunulæknarnir boðaðu frá verkfalli at byrja 2. mai klokkan átta um morgunin. 

Semingsstovnurin hevði fund við kommunulæknarnar seinnapartin í gjár og hevur fund við Fíggjarmálaráðið í morgin.

Nú Semingsstovnurin er komin upp í ósemjuna, hevur hann heitt á Kommunulæknafelagið um ikki lýsa verkfall í fyrsta umfari, og tí hevur felagið eftirlíkað.

Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, sigur, at felagið hevur fingið at vita frá Semingstovninum, at hann arbeiðir skjótt.

Leingja eina ferð enn

Semingsstovnurin er eisini komin upp í samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið. Tey fimm arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið hava enn eina ferð longt sáttmálan, hesa ferð til á midnátt í annaðkvøld, fríggjakvøldið. Sáttmálin var annars galdandi til 1.mai. 

Semingsstovnurin varð boðsendur, men hann tók ein part, sum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevararnir vóru ósamdir um, úr samráðingunum fyribils, og bað so partarnar fara at samráðast um lønina.

Semingsstovnurin er eisini komin upp í samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og maskinmeistararnar.

Har er eingin fundur ásettur enn, men Semingsstovnurin hevur fingið tilfar frá pørtunum.

Semingsstovnurin ætlar at tosa við meistararnar í morgin.

Hesin sáttmálin fór úr gildi 1.oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691