Nýggj kunngerð Landsapotekarin í staðin fyri nevnd

Nýggj kunngerð Landsapotekarin í staðin fyri nevnd
Tilskotsnevndin í sambandi við heilivág er tikin av
Apoteksverkið.
 
11.05.2018 - 07:58

Tilskotsnevndin, sum tók avgerðir um stuðul til heilivág, er nú tikin av.

Nú viðger Landsapotekarin umsóknir um tilskot til heilivág, útgerð í sambandi við heilivág, kostískoyti og annað, sum
ikki er lýst at vera heimilað sambært Heilsutrygdarlógini.

Ein nýggj kunngerð er komin fyri kunngerðina frá 2010 um Tilskotsnevndina.

Nýggja kunngerðin er um einstaklingstilskot til heilivág.

Sambært kunngerðini viðger Landsapotekarin sjálvur umsóknirnar. 

Hjálp frá øðrum

Men Landsapotekarin kann útvega sær hjálp frá øðrum fakfólki, sum hevur kunnleika um heilivág og læknavísindi.

Eisini kann Landsapotekarin fáa sær allar viðkomandi upplýsingar frá myndugleikum í Føroyum og uttanlands.

Vanliga viðger Landsapotekarin umsóknirnar um stuðul til heilivág aðru hvørja viku. 

Hann kann tó eisini viðgera umsóknir eftir tørvi.

Umsóknir skulu vera liðugt viðgjørdar innan fýra vikur frá móttøku, uttan so at heilt serligar umstøður eru.

Avgerðir, sum Landsapotekarin tekur, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010