USA fer at fíggja Norðurkorea

USA fer at fíggja Norðurkorea
Norðurkorea kann rokna við at fáa fíggjarligan stuðul frá USA í sambandi við kjarnorkuavtaluna.
 
12.05.2018 - 08:25

- Um Norðurkorea gongur við til at avdubba, fer USA at veita fíggjarligan stuðul til landið.

Hetta var boðskapurin, sum amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevði leygarnáttina føroyska tíð.

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga.

-Um Norðurkorea tekur fet til eina skjóta avdubbing, er USA til reiðar at arbeiða saman við Norðurkorea, soleiðis at tey kunnu fáa vælferð saman við suðurkoreansku vinum okkara, sigur Mike Pompeo.

Hetta var á einum felags tíðindafundi við suðurkoreanska uttanríkisráðharranum, Kan Kyung-wha, í Washington.

Teir báðir uttanríkisharrarnir hittust í sambandi við fyrireikingar av toppfundinum millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og Norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong.un. Tann fundurin verður í Singapor tann 12. juni.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819