Enn ein familja framt bumbuálop í Indonesia

Enn ein familja framt bumbuálop í Indonesia
Enn ein sjálvmorðsatsókn hevur verið í Indonesia - í næststørsta býnum í landinum, Surabaya, í eystur Java.
 
14.05.2018 - 11:53

Málið við yvirgangsatsóknini í morgun var ein løgreglustøð, og eisini hesaferð var talan um eina familju við børnum, sum framdi álopið.

Tey fimm í familjuni koyrdu á tveimum motorsúkklum og sprongdu sínar bumbur við eina vegforðing uttanfyri løgregluhøvuðsstøðina í Surabaya. 

Fýra av álopsfólkunum lótu lív, men átta ára gamla dóttirin slongdist av motorsúkkluni í sambandi við hørðu spreingingina, og hon slapp við lívinum.

Fýra løgreglufólk og seks sivilfólk fingu skaða av atsóknini.

Í gjár vórðu sjálvmorðsatsóknir framdar móti trimum kirkjum í Surabaya. Tá lótu seks sjálvmorðsbumbarar lív og átta sivilfólk.

Í hesum førunum var eisini talan um familju, sum framdi álopið.

Pápin í familjuni var í bili og sprongdi sína bumbu uttanfyri eina kirkju. 16- og 18 ára gomlu synir hansara koyrdu á motorsúkklu og sprongdu sínar bumbur uttanfyri eina aðra kirkju.

Áðrenn pápin sprongdi seg í luftina, koyrdi hann konu sína og 9 og 12 ára gomlu døtur sínar til eina triðju kirkju. Tær høvdu hvør sítt bumbubelti um miðjuna, sum tær sprongdu uttanfyri kirkjuna.

Familjan var fyri stuttum komin heimaftur úr Sýria. Løgreglan upplýsir, at pápin var leiðari fyri einum undirbólki hjá IS.

Nærum 90 prosent av indonesarum eru sunnimuslimar.

Indonesarar liva eftir hóvligari islamskar trúgv, men talið av atsóknum hjá víðgongdum er vaksið.

Fleiri serfrøðingar hava ávarað um, at trupulleikin við víðgongdum og yvirgangsatsóknum fer at økjast í Indonesia, tá indonesar, sum hava verið í kríggið fyri IS í Sýria, venda heimaftur.

Mett verður, at 1.100 indonesar eru farnir til Sýria fyri at stríðast saman við IS.

bumbur í surabaya

Caption: 
Fimm bumbuálop hava verið í Surabaya seinastu tveir dagarnar. Kelda: BBC.com

1: Tveir beiggar koyrdu á koyrdu á motorsúkklu og sprongdu sínar bumbur uttanfyri eina katólska kirkju klokkan 07.30 sunnumorgun, lokala tíð.

2: Pápin var í bili og sprongdi sína bumbu uttanfyri eina hvítusunnukirkju klokkan 07.35 sunnumorgun, lokala tíð.

3: Mamman við 9 og 12 ára gomlu døtur sínari høvdu hvør sítt bumbubelti um miðjuna, sum tær sprongdu uttanfyri eina kristna kirkju fáa minuttir eftir seinna bumbuálopið.

4: Seint sunnukvøldið brast ein bumba í einum íbúðarøki. Løgreglan heldur eisini, at talan er um eina yvirgangsatsókn.

5: Bumbuálopið mánamorgun varð ein løgreglustøð, og eisini hesaferð var talan um eina familju við børnum, sum framdi álopið. Bumban brast umleið 08:50, lokala tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887