58.000 tons býtast í menningarkvotur

58.000 tons býtast í menningarkvotur
Fólk í Stóru Dímun, Koltri og Mykinesi kunnu eisini søkja um kvotur, nú stívliga 58.000 tons av uppsjóvarfiski skal býtast í menningarkvotur
 
15.05.2018 - 08:31

Øll í Føroyum kunnu søkja, tí høvuðsøkini í kunngerðini um menningarkvotur eru tær sjey sýslurnar.

Metingarnevndin, sum ikki er sett enn, skal byggja sína viðgerð á hesi sjey høvuðsøkini.

Men ein ætlan, sum krevur menningarkvotu, kann vera grundað á smærri øki, sum er partur av einum høvuðsøki. 

Dømi um hesi øki kunnu vera øki, sum landafrøðiliga eru avsíðis, hava vánaligt flutningssamband ella víkja frá høvðusøkinum viðvíkjandi atgongd til sjófeingi, broyting í fólkatali og arbeiðsloysi, stendur í kunngerðini.

Í gjár kunngjørdi Fiskimálaráðið, at freistin st søkja um menningarkvotur er til 28.mai á middegi.

Menningarkvota kann latast í eitt ár, tvey ár, trý ár ella í fýra ár. 

Sambært kunngerðini er endamálið við menningarkvotum at fremja vinnuligar menningarætlanir.

Ein metingarnevnd skal taka støðu til umsóknirnar um menningarkvotur, og nevndin ger síðani tilmæli til Fiskimálaráðið.

Trý fólk vera í metingarnevndini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setir. Nevndin er ikki sett enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887