Katalonia nýggjan stjórnarleiðara

Katalonia nýggjan stjórnarleiðara
Katalonska tingið hevur valt 55 ára gamla Quim Torra til nýggjan leiðara í spanska landspartinum.
Nýggi stjórnarleiðarin í Katalonska tinginum er tjóðskaparsinnaði Quim Torra
Mynd: EPA  
 
15.05.2018 - 08:39

Fyrrverandi leiðarin, Carles Puigdemont, skeyt fyri fáum døgum síðan upp at velja Quim Torra, sum er íðin tjóðskaparmaður, og sum vil hava loysing frá Spania.

Carles Puigdemont er í løtuni í Týsklandi, og hann hevur gjørt greitt, at hann vil ikki gerast stjórnarleiðari í Katalonia aftur.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni vísti, at katalonska tingið er syndrað í sjálvstýrisspurninginum.

66 atkvøddu fyri Quim Torra, men 65, sum eru ímóti, at Katalonia skal loysa frá Spania, atkvøddu ímóti. Fýra tingfólk atkvøddu ikki.

Franska tíðindastovan, AFP, skrivar, at Torra ætlar at halda fram við stríðnum at loysa Katalonia frá Spania.

Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, skrivaði út val í Katalonia í desember, eftir at hann hevði koyrt stjórnina hjá Puigdemont frá.

Landspartastjórnin hevði lýst Katalonia at verða leyst av Spania, og táð stríðir ímóti grundlógini.

Quim Torra og nýggja stjórnin í Katalonia taka við seinni í vikuni, skrivar tíðindastovan AP. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mars
Góðan morgun Føroyar
172414
Týsdag 19. mars
Morgunlesturin týsdagur 19. mars 2024
171995
Mánadag 18. mars
Norðurljóð 18.mars 2024
172377
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mars
3-2
172389
Mánadag 18. mars
3-2
172388
Sunnudag 17. mars
Andakt við Johan við Neyst
172320
Sunnudag 17. mars
Møti úr Kelduni
172321
Fríggjadag 15. mars
Veðrið
172276