Samráðingarnar halda fram

Samráðingarnar halda fram
Semingsstovnurin hevur fund við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um kommunulæknarnar í dag. Hann hevði fund við Kommunulæknafelagið í gjár
 
15.05.2018 - 08:29

Síðani er ætlanin at boðsenda báðum pørtum á fund aftur í morgin, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. 

Sambært semingsmanninum er semingsroyndin tó langt frá komin hartil, at semingsuppskot kann leggjast fyri partarnar at taka støðu til.

Semingsstovnurin er eisini boðsendur at fáa semju millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini. 

Semingsstovnurin fer á fund við partarnar hvør sær í dag. 

Síðani er ætlanin at fara undir realitetssamráðingar í morgin. 

Heldur ikki í hesari semingsroyndini er nakað semingsuppskot orðað.

Semingsstovnurin er eisini komin upp í samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og maskinmeistararnar. 

Men tann semingsroyndin er fyribils útsett, til hinar báðar semingsroyndirnar eru avgreiddar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652