Biða limir skráseta lønarupplýsingar

16.05.2018 - 12:12
AktueltSamfelag
Biða limir skráseta lønarupplýsingar
Heilsuhjálparafelag Føroya biður nú limir um at skráseta síni kontunummur og p-tøl á limaportalinum, tí tað er neyðugt undir møguligum arbeiðssteðgi
Limirnir í Heilsuhjálparafelagnum arbeiða millum annað á ellis- og røktarheimum.
 
 

Heilsuhjálparafelag Føroya biður nú sínar 650 limir um at skráseta síni kontunummur og p-tøl á limaportalinum, tí hetta er neyðugt undir møguligum arbeiðssteðgi.

Men áheitanin skal kortini ikki skiljast sum óbeinleiðis fráboðan um verkfall, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna. 

Biða um lønarupplýsingar

"Vit heita á allar okkara limir um at skráseta sínar lønarupplýsingar, so sum p-tal og kontonummar á limaportalinum hjá felagnum."

Soleiðis ljóðar áheitanin, sum Heilsuhjálparafelag Føroya hevur sent øllum limum sínum, eini 650 - fyri tað mesta - kvinnur, sum hjálpa gomlum fólki heima, á eldrasambýlum og ellisheimum.

Tað er á leið hálvt ár síðani, at felagið lat Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum síni krøv til nýggjan sáttmála, og enn er eingin nýggjur sáttmáli gjørdur.

Fyrireika ikki verkfall

Áheitanin um, at limirnir skulu skráseta sínar lønarupplýsingar hjá fakfelagnum, kann tí fatast sum fyrireiking til verkfall, tí upplýsingarnar eru neyðugar, um felagið má í verkfallskassan undir arbeiðssteðgi.

Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagi Føroya, og hon sigur, at felagið ger neyðugu fyrireikingarnar, um nøkur ósemja skuldi komið fyri.

- Aftaná tær útmeldingar, sum komu í samband við lønarútgjaldingar hjá pedagogunum, so mugu øll fakfeløg hava lønarupplýsingar um sínar limir, og tað hava vit ikki í løtuni, sigur Mary Antonsdóttir, sum leggur afturat, at felagið sjálvsagt fer eftir einari lønarhækkan.

Vilja hava lønarlyft

- Tað er eyðsæð, at okkara bólkur er ein láglønarbólkur. Tað fer frá eini løn upp á 20.000 og nakað til 23.000 hjá faklærdum á endastigi, og sjálvandi ynskja vit at fáa eitt lønarlyft, sigur Mary Antonsdóttir.

Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum leggur tó dent á, at felagið er bjartskygt um komandi samráðingarnar. 

- Vit fara við góðum treysti til samráðingarnar aftur og vóna at finna eina semju skjótt, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum.

Næsti samráðingarfundur millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verður væntandi fríggjadagin.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. desember
Morgunlestur mánadagur 17. desember 2018
88937
Sunnudag 16. desember
Meg minnist: Eyðun Joensen (4:4)
88463
Sunnudag 16. desember
Bolero 16 desembur 2018
88995
Sunnudag 16. desember
Credo : Vel tað góða
88936
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. desember
Guðstænasta úr Viðareiðis kirkju
89003
Sunnudag 16. desember
Andaktin
88998
Leygardag 15. desember
Hvat bagir? (7:8)
87239
Hósdag 13. desember
Ein dagur í sjúkrarøktini
88903
Hósdag 13. desember
Kari-Anne í Røst (6:6)
87893