Fyrsta borgarauppskotið fall

Fyrsta borgarauppskotið fall
Fyrsta beinleiðis uppskotið frá borgarum í Danmark, sum snúði seg um møguleikan at taka fleiri útbúgvingar, er fallið í fólkatinginum.
 
16.05.2018 - 15:00

Uppskotið snúði seg um, at tað skal bera til at taka meira enn eina útbúgving.

Tað varð eisini væntað, at uppskotið fór at falla, tí stjórnarflokkarnir, Danski fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava langt síðani boðað frá, at teir ætlaðu ikki at broyta lógina.

Lógin, sum varð sett í gildi í 2016, avmarkar møguleikan fyri at taka meira enn eina útbúgving á sama stigi.

Tá fólkatingið fyrr í ár samtykti, at borgarar kunnu leggja uppskot fyri fólkatingið, um 50.000 skriva undir, brúktu fleiri næminga- og studentafelagsskapir møguleikan.

Tað gekk skjótt at savna tær 50.000 undirskriftirnar, men uppskotið vann ikki frama. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819