Statoil eitur nú Equinor

Statoil eitur nú Equinor
Longu í dag verður partabrævið í fyritøkuni selt undir navninum Equinor á keypsskálanum í Oslo.
 
16.05.2018 - 18:12

Størsta oljufelagið í Noregi, Statoil, eitur nú Equinor, og longu í dag verður partabrævið í fyritøkuni selt undir navninum Equinor á keypsskálanum í Oslo.

Partabrævið á keypsskálanum í New York verður eisini selt undir nýggja navninum, tó í fyrsta lagi 17. mai. 

Fyritøkan sigur, at endamálið við navnabroytingini er at vísa, at hon nú í størri mun verður ein orkufyritøka heldur enn oljufyritøka burturav.

Kunningarstjórin í Equinor sigur, at nú verður farið at skifta búmerki í øllum 40 londunum, har fyritøkan hevur virksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652