Ógvuslig flogvanlukka í Kuba

Ógvuslig flogvanlukka í Kuba
Landasorg er í Kuba í dag eftir at fleiri enn hundrað fólk lótu lív í eini flogvanlukku nærhendis flogvøllinum í høvuðsstaðnum Havana
Fleiri enn 100 fólk skulu hava latið lív í flogvanlukku á Kuba
Mynd: ADALBERTO ROQUE, AFP  
 
19.05.2018 - 15:39

Tað er ringasta flogvanlukka, sum hevur rakt Kuba í fleiri áratíggi. Tríggjar kvinnur komu livandi úr flogfarinum, men eru í stórum lívsvanda.

Flogfarið, sum var næstan 40 ára gamalt, hevði 104 ferðafólk og seks starvsfólk við á ferðini, sum skuldi vera frá høvuðsstaðnum til býin Holguin, eystanfyri í landinum. Kubanskir myndugleikar hava sett eina kanning í verk av vanlukkuni.

Boeing 737-201 flogfarið datt niður klokkan gott 12 kubanska tíð í gjár, beint eftir fráferðina úr Havana. Øll seks starvsfólkini umborð vóru meksikanskir ríkisborgarar - flestu av ferðafólkunum vóru kubanar. Fimm ferðafólk vóru frá øðrum londum.

Enn er ov tíðliga at siga, hvat orsøkin var til vanlukkuna. Eygnavitni vilja vera við, at tey sóu eld kykna í flogfarinum, áðrenn tað datt niður í eitt skógarøki nærhendis flogvøllin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887