Sergej Skripal skrivaður út av sjúkrahúsinum

Sergej Skripal skrivaður út av sjúkrahúsinum
Fyrrverandi russiski njósnarin, Sergej Skripal, er skrivaður út av sjúkrahúsinum, Salisbury District Hospital.
Bonkurin har Skripal og dóttir hansara vóru funnin sum lívleys
Mynd: savn  
 
19.05.2018 - 10:03

66 ára gamli Skripal og 33 ára gamla dóttir hansara, Julia, vórðu funnin uttan vit á einum beinki bretska býnum Salisbury 4. mars. Seinni staðfesti løgreglan, at bæði vórðu eitrað. Bretska stjórnin hevur lagt Russland undir at hava eitrað tey.

Julia Skripal varð útskrivað í apríl. 

Í 2006 dømdi ein russiskur dómstólur Sergej Skripal fyri at hava njósnast til frama fyri bretsku fregnartænastuna, MI6. Hann kom til Bretlands í 2010 í sambandi við eina útflýggingaravtalu.

Málið um Sergej og Juliu Skripal hevði eina diplomatiska kreppu við sær. Bretland og onnur lond, teirra millum Danmark og USA, vístu russiskum diplomatum av landinum. Russar svaraðu aftur við at vísa diplomatum úr Russlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887