Ebbuvirðislønin latin á fyrsta sinni

Ebbuvirðislønin latin á fyrsta sinni
Virðislønin, sum er uppkallað eftir Ebbu Hentze, sálu, verður í dag latin ungum rithøvunda, sum hevur víst serligar gávur.
 
20.05.2018 - 09:35

Í dag verður Ebbu-virðislønin latin á fyrsta sinni. Virðislønin er 25.000 krónur, og verður latin ungum  rithøvunda, sum hevur víst serligar gávur. 

Umframt sítt stóra virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba Hentze stóran dent á at geva ungum høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:

“Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavnsgrunninum.” 

Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum handar Ebbu-virðislønina á almennari móttøku í auluni á Finsen seinnapartin klokkan 17. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819