- Latið hann vera verandi

- Latið hann vera verandi
Alzheimerfelagið heitir nú inniliga á stýrið fyri VEKS um at lata Christian Joensen vera verandi í sínum heimi á Eysturoyar Ellis- og røktarheimi.
 
20.05.2018 - 11:38

Í Dagur & Viku fríggjakvøldið kom fram, at Sunda kommuna vil flyta 80 ára gamla Christian Joensen av Eysturoyar Ellis- og røktarheimi, tí Sunda kommuna, haðani hann er ættaður, vil ikki rinda fyri hann meira.

Sunda kommuna vil hava hann á røktarheimi á Mørkini í heimakommununi ístaðin.

Tey avvarðandi eru sera stúrin um avgerðina, tí tey vænta, at tað verður eitt afturstig fyri hann.

- Menniskjasligu og sosialu atlitini mugu og skulu koma fram um fíggjarligu viðurskiftini, skrivar Malan Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum, í tíðindabrævi í morgun.

Familjan hjá Christian Joensen hevur eisini fingið boðið sjálv at rinda tær 700 túsund krónurnar, sum tað kostar at hava hann á Eysturoyar Ellis- og røktarheimi.

Tað heldur Alzheimerfelagið eisini vera púra burturvið.

- Alzheimerfelagið vil inniliga heita á stýrið fyri VEKS um at sýna Christian Joensen virðing og geva honum tey grundleggjandi menniskjaligu rættindi, at hann fær loyvi at búgva í sínum heimi, skrivar Alzheimerfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585