"Soleiðis kann ein ikki fara við menniskjum"

"Soleiðis kann ein ikki fara við menniskjum"
Áhugafelagið TIGN átalar Sunda kommunu fyri avgerðina at flyta 80 ára gamla Christian Joensen av Eysturoyar Ellis - og røktarheimi
 
21.05.2018 - 13:12

- Vit halda ikki, at tað er í lagi at flyta fólk, bara orsakað av pengum.

Tað sigur Rúna Sivertsen, forkvinna í TIGN, sum áhugafelag hjá teimum, ið vegna brek ella aldur hava tørv á røkt.

Sunda kommuna hevur júst avgjørt, at kommunan vil flyta 80 ára gamla Christian Joensen av Eysturoyar Ellis- og røktarheimi, tí Sunda kommuna, haðani hann er ættaður, vil ikki rinda fyri hann meira. Tí skal Christian Joensen flytast inn á røktarheimi á Mørkini í heimakommununi ístaðin.

- Eg haldi ikki, at ein eigur at gera hatta móti einum menniskja. Maðurin (Christian Joensen, red.) kann ikki svara fyri seg sjálvan. Men hansara avvarandi hava greitt givið til kennar, at tey ynskja ikki, at hann flytur, sigur Rúna Sivertsen.

Rúna Sivertsen sigur, at um talan var um ein avvarandi hjá TIGN, høvdu tey ivaleyst kært málið. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887