Kommunulæknalønin hækkar nógv

Kommunulæknalønin hækkar nógv
Nýggja semjan millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið hevur við sær, at føstu mánaðarlønirnar hjá kommunulæknunum hækka nógv
 
22.05.2018 - 13:03

Hevur ein  kommunulækni til dømis 1700 borgarar í síni viðtalu, hækkar lønin umleið 80.000 krónur um árið.

Nýggja semjan ber í sær, at mánaðarliga grundarupphæddin fer úr 19.000 krónum upp í 21.000 krónur, og at basisgjaldið, sum er eitt fast mánaðarligt gjald fyri hvønn borgara í viðtaluni, fer úr 214 krónum upp í 246 krónur. Hækkingin er 32 krónur.

Tað merkir, at um ein kommunulækni hevur 1700 borgarar í síni viðtalu, hækkar grundarupphæddin við 24.000 krónum um árið, og basisgjaldið hækkar 54.400 krónur.

Afturat teim føstu gjøldunum fáa kommunlæknar eisini eitt veitingargjald, ið er eitt gjald til læknan, tá  borgararnir koma í viðtaluna fyri at fáa læknahjálp. 

Og eftirlønarveitingin av grundarupphæddini hækkar eisini úr 10 upp í 15 %.

Eisini sæst í semjuni, at Kommunulæknafelagið og Heilsutrygd eru samd um at endurskoða vaktlæknaskipanina, so avloysarar fáa somu skyldur, sum tann læknin, ið viðkomandi avloysir.

Fíggjarmálaráðið sigur, at samlaði kostnaðurin av kommunulæknaskipanini, sum í dag er umleið 65 milliónir krónur árliga, fer at hækka upp í umleið 68,2 milliónir krónur. 

Somuleiðis er avtalað, at partarnir arbeiða fyri at bøta um samstarvið millum kommunulæknarnar og myndugleikarnar og at bøta um sjálva tænastuna. 

Fíggjarmálaráðið sigur, at læknavaktin, samstarvsnevndin og kt-skipanin Cosmic verða ítøkiliga nevnd í hesum sambandi. Eisini verða tryggingarviðurskiftini greinað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010