Iran setur krøv

Iran setur krøv
Evropeisk lond skulu lúka fleiri krøv, skal Iran halda kjarnorkuavtaluna frá 2015, eftir at USA hevur tikið seg burtur úr avtaluni
Ali Khamenei er ovasti leiðari í Iran
 
24.05.2018 - 09:09

Tað sigur ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei, ayatollah, sum sigur seg hava mist álitið á Frakland, Týskland og Bretland.

- Evropeiskir bankar skulu tryggja handilin við islamska lýðveldið. Vit ætla okkum ikki at berjast við tey trý londini, men vit hava ikki álit á teimum, sigur Khamenei.

Hann krevur eisini, at Evropa skal tryggja iranska oljuútflutningin.

- Verður amerikanska avgerðin um at taka seg burtur úr avtaluni til bága fyri oljusøluna, skulu evropearar afturfyri keypa iranska olju, sigur ovasti leiðarin í Iran.

Lond í Evropa skulu heldur ikki seta fram nýggj krøv um kjarnorkurakettir og annað virksemi í Miðeystri. 

Khamanei, ayatollah, ávarar eisini evropeisk lond um, at lúka tey ikki krøvini, fer Iran aftur at ríka uran.

Hóast USA hevur tikið seg burtur úr kjarnorkuavtaluni við Iran, hava londini í Evropa boðað frá, at tey ætla at halda avtaluna.

Og tað tók týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, eisini uppaftur, tá hann hitti amerikanska starvsbróðurin, Mike Pompeo, í Washington í gjárkvøldið.

Hann staðfesti, at tað er framvegis langt ímillum Evropa og USA í hesum málinum.

- Vit fara í hvør sína ætt, segði týski uttanríkisráðharrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851