Vinnan tekur undir við einskiljing

Vinnan tekur undir við einskiljing
Tað sæst í hoyringarsvarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um lógaruppskotið hjá Vinnumálaráðnum um at selja partafelagið Postverk Føroya.
 
25.05.2018 - 08:19

Tíðin er búgvin at selja Posta, tí almenni stovnurin kappast meira og meira við privat feløg, siga arbeiðsgevararnir.

Arbeiðsgevarafelagið heldur tó, at tað kundi verið gjørt eitt sindur greiðari, at skyldan hjá keyparanum at reka postflutning bara er galdandi í tíggju ár. 

Eftir tíggju ár er keyparin leysur av øllum skyldum hesum viðvíkjandi.

Tað má vera púra greitt, heldur Arbeiðsgevarafelagið, at keypari ikki verður álagdur nakrar serligar skyldur eftir postvirksemislógini, tá tey tíggju árini eru farin.

Heldur eigur eitt møguligt politiskt ynski um skyldu til ávíst postvirksemi at verða boðið út, so øll á post- og flutningsmarknaðinum eru undir somu treytum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628