Forboð fyri einnýtisíløtum og borðbúnaði úr plasti

Forboð fyri einnýtisíløtum og borðbúnaði úr plasti
ES-nevndin skjýtur upp at seta reglur í verk, sum hava til endamáls at minka um plastið, ið dálkar náttúruna, strendurnar og høvini í Evropa
 
28.05.2018 - 14:59

Forboð eigur at verða sett fyri einnýtisíløtum og borðbúnaði úr plasti, heldur ES-nevndin, tí tað dálkar náttúruna, strendurnar og høvini í Evropa meira enn nakað annað.

ES-nevndin skjýtur upp at seta forboð fyri einnýtisíløtum, knívum, gaflum, skeiðum og súgvirørum úr plasti.

Jyrki Katainen, næstformaður í ES-nevndini við ábyrgd fyri vøkstri, sigur, at plastikk, sum bert verður nýtt eina ferð, er ein vánalig loysn fyri bæði búskapin og umhvørvið.

Tað versta er einnýtisplast og fiskireiðskapur

70 prosent av ruskinum í havinum er annaðhvørt einnýtis-plastikk ella mistur fiskireiðskapur, og nýggju reglurnar eru ætlaðar at avmarka - um ikki at steðga hesi dálking.

Uppskotið um forboð ímóti einnýtis-plasti umfatar eisini vatt-pinnar, røripinnar og ballónpinnar úr plastikki.

Aðrar famleiðslur skulu merkjast, so tað sæst, hvussu ringar tær eru fyri umhvørvið, og hvussu tær skulu burturbeinast, t.d. reinførisbind, vátserviettar og ballónir.

ES-londini skulu eisini hvør sær seta sær sum mál at minka um plastið til íløt at selja matvørur í.

Pantiskipan fyri øll ES-londini

Eitt annað endamál við nýggju reglunum er at fáa 90 prosent av øllum einnýtisfløskum innaftur í eini pantiskipan, sum skal vera galdandi fyri øll ES-londini.

Haraftrat skulu framleiðarar av einnýtslu-plastikki áleggjast gjøld fyri kostnaðin av teirri upprudding, sum plast-burturkastið hevur við sær.

Tað verður t.d. galdandi fyri virki, ið framleiða chips og góðgæti í plastikkposum, sigarettir við filtri, plastíløt, -fløskur og -koppar.

Tað sama verður galdandi fyri virki, ið framleiða fiskireiðskap, at tey skulu áleggjast gjald fyri útreiðslur av burturbeining. Kanningar vísa, at 27 prosent av tí, sum rekur upp á strendurnar í Evropa, er fiskireiðskapur.

Limalondini í ES skulu ummæla uppskotið, áðrenn tað verður lagt fyri ES-parlamentið næsta ár, skrivar Ritzau.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887