Skottilburður í Belgia kannaður sum yvirgangur

Skottilburður í Belgia kannaður sum yvirgangur
Tilburðurin í Liége í Belgia í dag, har tveir politistar og ein borgari blivu skotin til deyða, verður kannaður sum yvirgangsatsókn.
Sjúkrabilar og sjúkrafólk savnað á gøtunum í Liége
Mynd: France 24  
 
29.05.2018 - 16:08

Tað skrivar France 24, sum endurgevur belgisk kanningarfólk.

Tað var fyrrapartin um hálvgum ellivu-tíðina, at ein maður, vápnaður við knívi, leyp á tveir politistar, sum vendu honum bakið. Maðurin tók skotvápið frá øðrum politistunum og skeyt báðar til deyða. Síðani skeyt hann ein borgara, sum sat í einum parkeraðum bili nærhendis.

Borgmeistarin í Liége váttar, sambært France 24, at báðir politistarnir vóru kvinnur.

Álopsmaðurin flýddi síðani inn í ein skúla, har løgreglan skeyt og drap hann. Fleiri onnur politifólk vórðu særd undir tilburðinum, sigur almenni ákærin sambært France 24.

Liége liggur 90 kilometrar eystanfyri Brússel.

Ein brúkari á sosiala miðlinum, Twitter, hevur fangað løtuna, tá skotið verður og ruðuleiki stingur seg upp á gøtunum í Liége. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851