Tobbi gevur ilt av sær

Tobbi gevur ilt av sær
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, hóttir við at taka kommununa úr Kommunufelagnum og spara limagjaldið har.
 
29.05.2018 - 08:58

Ikki øll eru so fegin um fundin í gjár millum landsstýrið og kommunurnar í Suðuroynni.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, hóttir við at taka kommununa úr Kommunufelagnum og spara limagjaldið har.

Borgarstjórin í Vági, Dennis Holm, er formaður í Kommunufelagnum ,og hann hugsar meira um kommunurnar í Suðuroynni enn um alt landið, tá talan er um eldraøkið, heldur Torbjørn Jacobsen.

Tá hetta árið er farið, hevur Runavíkar kommuna havt 55,9 milliónir krónur í útreiðslum av eldraøkinum síðani 1. januar 2015 -  nógv meira enn nøkur kommununa í Suðuroynni, sigur Torbjørn Jacobsen.

Hetta eru 55,9 milliónir krónur úr kommunukassanum, sigur borgarstjórin í Runavik.

Hann sigur, at eingin hevur hoyrt tær tríggjar kommunurnar í samtakinum, Roðin, knarrað um hesa støðuna.

Torbjørn Jacobsen finst eisini at landsstýrinum, sum hann kallar miskunsami Sámáriubúgvin, fyri suðuroyarferðina í gjár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652