Danir ynskja ikki evruna

Danir ynskja ikki evruna
Danir vilja framvegis ikki hava evruna sum gjaldoyra, og ein meiriluti vil hava stjørnina at halda fast við undantøkini, sum Danmark hevur við ES
 
31.05.2018 - 13:57

Tað vísir ein nýggj meiningakanning.

9. mai umrøddi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, um tíðin ikki var búgvin hjá dønum at sleppa fyrivarnunum og heldur gerast ein veruligur partur av Europeiska Samveldinum, nú 25 ár eru liðin, síðani fyrivarnini komu.

Men tí sjónarmiðinum eru fólk ikki samd við hann um.

Í 2000 vrakaðu fólk evruna sum gjaldoyra, og í 2015 atkvøddu tey ímóti at sleppa fyrivarnunum. Og í so máta er støðan ikki broytt sambært veljarakanningini.

Bara 26 % halda, at Danmark eigur at gerast partur av samstarvinum um evruna, meðan 60 % eru ímóti.

Tá talan er um verjumál, siga 57 % seg vera ímóti at broyta støðuna, og bara 24 % siga seg vera fyri felags verjuni hjá ES.

Tá talan er um rættar- og løgregluundantakið, er støðan eitt sindur øðrvísi, tí 32 % siga seg vera fyri felags samstarvi á tí økinum, meðan 54 % eru ímóti. 

Í røðuni 9. mai gjørdi Lars Løkke Rasmussen greitt, at eingin nýggj fólkaatkvøða um málini er ávegis. Men hann legði dent á, at Vinstri-flokkurin vil hava tættari samstarv við ES, og tí eigur orðaskiftið at vera um viðurskiftini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010