Tollur á stál- og aluminiuminnflutningi úr Evropa

Tollur á stál- og aluminiuminnflutningi úr Evropa
Tað verður skjótt, at Donald Trump fer at boða frá, at tollur eisini verður lagdur á stál og aluminium, sum verður innflutt til USA úr Evropa
 
31.05.2018 - 14:00

Tað skrivar Wall Street Journal.

USA hevur sett 1. juni sum mark fyri, at viðurskiftini í samhandlinum ímillum USA og Evropa verða broytt.

Seinast í mars boðaði Trump frá, at tollur uppá 25 % á stál og 10 % á aluminioum verður settur í verk, um viðurskftini í samhandlinum ikki verða broytt.

Stutt eftir boðaði hann frá, at Evropa, Kanada og Mexico og nøkur onnur lond í fyrstu syftu sluppu undan tollinum. Tað komst av, at tollurin serliga skuldi raka kinesiska útflutningin til USA.

Síðani hevur USA nýtt hóttandi tollin til at fáa handilsviðurskiftini við Evropa broytt.

Polittikarar og fyritøkur í Evropa hava sagt, at støðan kann føra til veruligt handilskríggj ímillum  Evropa og USA.

Á toppfundi í Bulgaria samdust ES londini um at bjóða USA til samráðingar um broytingar í handilsviðurskiftunum. Tilboðið er bert galdandi, um USA sleppur ætlanini um at leggja toll á evropeiskar vørur.

Um dagarnar ávarar franski forsetin ímóti einum møguligum handilskríggi, tí tað loysir ongar trupulleikar, segði Macron.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585